Uttanlands

Trump: Brúkið meira pening uppá NATO, Danmark

Amerikanski forsetin átalar Danmark í persónligum brævi til Lars Løkke Rasmussen

Lars Løkke Rasmussen (Mynd: Scanpix)

Lars Løkke Rasmussen (Mynd: Scanpix)

2018-07-03 17:40 Author image
Oda Strøm
placeholder

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur fingið eitt persónligt bræv frá amerikanska forsetanum Donald Trump, har hann átalar Danmark fyri ikki at brúka nóg nógvan pening uppá NATO. Tað vátta fleiri keldur fyri DR. 

Fleiri lond hava fingið átalu frá amerikanska forsetanum, tí sambært honum liva tey uppá, at USA brúkar nógv mest pening uppá verjusamgonguna NATO - 3,57% í mun til hini limalondini, sum í miðal brúka 1,45% sambært DR.

13 limalond - Belgia, Kanada, Danmark, Holland, Italia, Kroatia, Luksemburg, Norra, Portugal, Slovenia, Spania, Týskland og Ungarn - út av 29 limalondum í NATO fara ikki at megna at brúka 2% av bruttotjóðarúrtøkuni uppá verju áðrenn 2024, sum avtalað varð á NATO toppfundi í 2014. 

Av teimum 13 londunum er tað nú váttað, at í hvørt fall 10 lond hava fingið persónliga átalu frá Donald Trump í kjalarvørrinum á NATO toppfundinum, sum verður í komandi viku, skrivar DR. 

Øll londini hava til felags, at tey hvørki nú ella áðrenn 2024 fara at megna at brúka 2% av bruttotjóðarúrtøkuni uppá verju. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder