Innanlands

Løgreglan: Hált í støðum í Havn

Heitt verður á fólk um at vera varin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-13 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan ávarar í morgun um hálku í høvuðsstaðnum.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn, hevur løgreglan í morgun fingið nakrar fráboðanir um, at tað er rættiliga hált í støðum inni í býnum, og verður heitt á fólk um at vera varin.

Landsverk boðar eisini frá hálku í støðum í morgun. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder