Innanlands

Trúgv og samfelag: Fosturtøka og lóggáva á breddanum í Finsen mánadagin

Diana Reynstind, Jonhard Jógvansson, Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen luttaka

- Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa

- Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa

2022-11-18 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 21. novembur kl. 19:00 verður fosturtøka og lóggáva á breddan í Auluni í Finsen.

- Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa. Í hesum føri um fosturtøku og lóggávu.

Hetta tiltakið er partur av einari røð hjá nýggja Háskúlanum í Nesvík undir heitinum "Trúgv og samfelag". Fyri einum mánaði síðani snúði tað seg um "Trúgv í almenna rúminum", tá Jógvan Fríðriksson, Heini í Skorini, Sjúrður Skaale, Jaspur Langgaard og Ruth Vang vóru við Pallborið við Løkin.

Talan var um væleydnað tiltak, og aftur hesuferð verða fimm fólk í panelinum. Talan er um fólk, ið hava ymiskar leiklutir í samfelagnum og í mun til evni:  
Diana Reynstind, Jonhard Jógvansson, Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen

Hervið vil Háskúlin í Nesvík millum annað spyrja:  Hvat sigur gynokologurin um fosturtøku? Hvat sigur presturin? Og fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd? Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?

"TRÚGV OG SAMFELAG: FOSTURTØKA OG LÓGGÁVA" er eitt ókeypis tiltak, sum byrjar klokkan 19 mánakvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder