Uttanlands

Trudeau vann valið, men ikki meirilutan

Tjóðartingsval var í Kanada í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-21 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Justin Trudeau og liberali flokkur hansara síggja út til at vinna tjóðartingsvalið í Kanada í gjár.

Tað vísa prognosurnar frá sjónvarpsstøðini CBC, skrivar AFP-tíðingastovan.

Fyrstu prognosurnar vístu annars, at tað stóð á jøvnum millum liberala flokkin hjá Trudeau og konservativa andstøðuflokkin við Erin O’Toole á odda.

Reuters skrivar, at alt bendir á, at liberali flokkurin kann skipa minniluta stjórn. 338 sessir eru í tjóðartinginum í Kanada, og 170 krevjast fyri at skipa meirilutastjórn.

Í morgun okkara tíð viðgekk Erin O’Toole, at hann hevur tapt valið. Hann sugur, at hevur ringt til Justin Trudeau og ynskt honum til lukku við valsigrinum.

Trudeau skrivaði í august út nýval – miðskeiðis í valskeiðinum. Tá hevði hann eina trygga leiðslu í veljarakanningunum.

Tá var nýggi leiðarin í konservativa flokkinum, 48 ára gamli Erin O’Toole, lutfalsliga ókendur fyri flestu av veljarunum, og flokkurin kláraði seg ikki so væl í kanningunum.

Men um vikuskiftið lógu flokkarnir javnir. Leygardagin gav ein kanning 33 prosent til tey konservativu og 32 prosent til liberala flokkin hjá Trudeau.

Men eftir at Montreal hevði atkvøtt, kundi Justin Trudeau taka tað róligt.

49 ára gamli forsætisráðharrin hevur sitið við valdið í Kanada síðan 2015 og hann varð afturvaldur í 2019.

Á seinasta valinum tapti Trudeau 20 tingsessir í tjóðartinginum, úr 177 til 157. Flokkurin fekk tá 33 prosent av atkvøðunum.

Trudeau misti undirtøku innan valið í 2019 eftir skuldsetingar um dupultmoral, bæði í veðurlagspolitikkinum og í eini sokallaðari blackface-gølu. Her kom fram, at hann fleiri ferðir sum ungur hevði málað andlit sítt myrkt ti grýluball.

Forsætisráðharrin skrivaði út nýval í august fyri at endurvinna meirilutan. Hann vildi royna at gagnnýta góða umdømið, sum stjórnin hevur vunnið sær í sambandi við handfaringina av koronafarsóttini.

Men fyribils úrslitið av valinum vísa nú, at Trudeau ikki megnar at skapa meirilutastjórn einsamallur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder