Innanlands

Tríggjar mánaðir í fongsul fyri smugling av hassji

Maðurin, sum varð tikin á Vága floghavn við 1,5 av hassji fríggjadagin, var í Føroa rætti í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-11 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður var í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 1,5 kilo av hassji til Føroya.

Maðurin varð tikin av tollarunum í Vága floghavn fríggjadag seinnapart. Hann er ikki føroyingur men er kortini danskur ríkisborgari.

Hann fer av landinum seinni í dag, og skal hann sita dómin í Danmark seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder