Mentan

Tríggjar konsertir við Byrta og Sakaris

Enn eru atgongumerki til konsertina í Sjónleikarhúsinum í kvøld

2024-02-22 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi dagarnir verður føroyskur elektrotónleikur at ljóða í Sjónleikarhúsinum í Havn, tá tríggjar konsertir verða við Byrta og Sakaris. Konsertirnar verða í kvøld, frígjakvøldið og leygarkvøldið.

Konsertirnar fríggja- og leygarkvøldið eru útseldar fyri langari tíð síðani. Men enn eru atgongumerki at fáa til eykakonsertina í kvøld.

Janus Rasmussen skrivar soleiðis um konsertirnar:

- So hendir hetta endiliga! Guðrið og eg hava droymt um at spæla í Sjónleikarhúsinum líka síðan vit byrjaðu at gera tónleik saman. So hettar verður serstakt fyri okkum. Vit hava eitt mega show. Led skerm, ljós, stórt anlegg og teir dugnaligastu tónleikarar við okkum. So tað er ikki spart uppá nakað.

Hetta er einasti møguleikin at uppliva eina Byrta konsert í ár, tí virðislønta duo’in við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen á odda fara ikki at spæla fleiri konsertir í ár. 

Nýtt staklag: Frøknur

Í síðstu viku útgóvu BYRTA og Sakaris eitt nýtt staklag. Talan er um teirra útgávu av føroyska hittinum “Frøknur”. Hetta lagið hava flest allir føroyingar sungið síðan tað á fyrsta sinni var at hoyra í 1984 frá bólkinum Friends. 

Hóast hesi sterku nøvnini eru trúgv ímóti upprunalagnum, so hava tey sett sín egna nýmótans elektroniska popp-dám á lagið, soleiðis at tað hóskar til ár 2024.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder