Innanlands

Tríggjar kappingar í styrkilyfting fyri framman

Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-26 09:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta føroyameistarastevnan í styrkilyfting (powerlifting) undir Føroya Styrkisambandi varð hildin á Føroyaleikunum fyrr í summar. 

Vár Guriarhannsen úr Styrkifelagi Føroya gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum við íalt 365 kilo. Hjá monnum varð Rógvi Sørensen úr Burn Athletics føroyamestari við íalt 580 kilo.

Nú verður aftur kapping í styrkilyfting. Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð. 

Lyftini eru ávikavist beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlift). 

Byrjað verður við beinbend nú leygardagin 27. august kl 13 í Tvørmegi. Bonkpressað verður leygardagin 3. september kl 14 í Burn. Rættstøðulyft er leygardagin 10. september kl 13 í Yndi.  

Møguleiki er fyri at seta føroyskt met í bonkpress. Kappingin er skipað eftir reglumum hjá Føroya Styrkisambandi, tað vil siga góðkendir dómarar og altjóða dopingreglar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder