Uttanlands

Tríggjar deyðsvanlukur í Alpunum í gjár

Fýra klintrarar doyðu í trimum ymsum vanlukkum í franska partinum av Alpunum

Mont Blanc (Mynd: EPA)

Mont Blanc (Mynd: EPA)

2018-07-30 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra fjallaklintrarar lótu lív í trimum ymsum klatrivanlukkum í fronsku alpunum ólavsøkudag.

Ein 40 ára gamal maður úr Milano í Italia doyði, tá hann datt niður av fjallinum Mont Pelvoux. Hann var komin upp í 3.000 metra hædd, tá vanlukkan hendi. Bjargingarfólk royndu at fáa lív í mannin aftur, men uttan úrslit.

Tvær franskar kvinnur, 48 og 54 ár doyðu, tá tær klintraðu við einum klatri-ferðaleiðara móti fjallaskarðinum Breche de la Meije.

32 ára gamli ferðaleiðarin – guidin – yvirlivdi, man kom illa til skaða í hendingini, og varð fluttur til sjúkrahúsið í franska býnum Grenoble.

Ritzau skrivar frá løgreglumyndugleikunum á staðnum, at ferðaleiðarin hevði enda á báðar krinnurnar, tá fjallið leyp, meðan hann var í holt við at tryggja seg sjálvan á fjallaveggin.

Fjórði klintrarin doyði í eini triðju deyðsvanlukku, sum hendi á Mont Blanc, ið er hægsta fjall í fronsku alpunum. Meira er ikki frætt um hesa hendingina, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder