Í mai vóru 30.377 fólk í stvarsfólkaskaranum í Føroyum. Tað eru 448 starvsfólk – ella 1,5 prosent – fleiri enn í mai í fjør.
Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 290 – ella 1,9 prosent – fleiri menn, og 160 – ella 1,1 prosent – fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
Tórshavnar kommuna átti um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør.
Harumframt er talið á starvsfólkum serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu. Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu við 25 prosentum.
Samanborið við sama mánað í fjør er starvsfólkatalið minkað í níggju av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald