Innanlands

Vegir til Vágsbotn stongdir seinnapartin

Í sambandi við, at kappróður verður vístur á stórskíggja, verða fleiri vegir í miðbýnum stongdir frá kl. 14.30 til 18.30

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-20 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin frá klokkan 14.30 til 18.30 eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Tað er í sambandi við, at jóansøkukappróðurin verður vístur á stórskíggja.

Les eisini: Kappróður vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Vegirnir, sum verða stongdir, eru:

  • Mylnugøta
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu til Vágsbotn
  • Bryggjubakki til Bringsnagøtu
  • Undir Bryggjubakka
  • Vágsbotnur til Bøgøtu/Skálatrøð
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder