Innanlands

Tríggir tilburðir staðfestir í gjár

Eini persónurin varð staðfestur smittaður við kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya, meðan tað er ógreitt, hvussu hinir báðir er smittaðir, men báðir halda, at teir helst eru smittaðir í náttarlívinum í Havn 26. juni

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-05 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tann eini persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya, men tað er ógreitt, hvussu hinir báðir persónarnir eru smittaðir. Báðir persónarnir halda, at teir helst eru smittaðir í náttarlívinum í Havn 26. juni, skrivar corona.fo.

Nú eru 784 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, og av teimum eru 767 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

Sostatt er talið á smittaðum í løtuni nú komið upp á 16.

1156 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú gjørdar 315.034 kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder