2021-09-20 10:41
Í gjár vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í øllum førum er smittukeldan kend, og øll eru smittað í Føroyum.
Sostatt er talið á smittaðum í løtuni komið upp á 38.
523 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Ein persónur er í løtuni innlagdur við koronu, og 127 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald