Vindurin er avtakandi nú, men ymsastaðni í landinum hevur verið rættiligt ódnarveður í dag.
Hjá løgregluni hava tey móttikið tríggjar fráboðanir um skaðar. Tann fyrsta fráboðanin kom í morgun, tá mett varð, at ein tekja kundi fara at ríva í Leirvík.
Tilbúgvingin í økinum varð boðsend at tryggja tekjuna áðrenn hon fór.
Nakað eftir klokkan 10 komu boð úr Syðradali á Streymoynni, har ein tekja var um at fara. Boð vóru send eftir sløkkiliðnum og fólki á staðnum, og man fekk syrgt fyri, at tekjan ikki fór nakran veg.
Klokkan 13 kom fráboðan um skaða á skúlan í Hósvík. Tekjan var rivin, og takplátur fuku í økinum. Løgreglan sendi fráboðan út seinnapartin um at biðja fólk halda seg burtur frá økinum kring skúlan, meðan tekjan varð tryggjað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald