Tórshavnar kommuna hevur eftir umsókn til Barna- og undirvísingarmálaráðið fingið loyvi til ein eyka 1. flokk á skúlanum á Fløtum skúlaárini 2026/27 og 2027/28, og ein eyka 1. flokk á skúlanum á Argjahamri skúlaárið 2027/28.
Hesum boðar kommuna frá á heimasíðu sínari.
Tað hevur verið eitt ynski hjá nógvum foreldrum og fleiri býráðslimum í høvuðsstaðnum; hetta serliga so børn kunnu verða tryggjaði skúlagongd í sínum nærumhvørvi - eisini uttan at man fer í forskúla.
Loyvi frá Barna- og undirvísingarmálaráðnum
Tórshavnar kommuna tók upp samráðingar við Barna- og undirvísingarmálaráðið, eftir at tað gjørdist greitt, at næmingatalið fór at vera høgt næstu árini.
Hetta var neyðugt, tí aðalráðið hevur sett hámarkstal á fyrstu flokkarnar.
Nú er greitt, at pláss verður fyri 96 børnum í 1. flokki skúlaárið 2026/27 á Fløtum, tí kommunan hevur undantak frá næmingahámarkinum. Hetta er 22 í hvørjum flokki, og kann tí hava 24 næmingar í hvørjum 1. flokki.
- Fyri skúlaárið 2027/28 merkir tað, at pláss verður fyri 88 børnum í 1. flokki á Fløtum og 66 børnum í 1. flokki á Argjahamri (tá fellur undantakið burtur, so kommunan fylgir lógini um 22 næmingar í hvørjum flokki).
- Fyrireikingar eru longu byrjaðar at víðka um skúlan á Fløtum til komandi skúlaár, og at víðka um skúlan á Argjahamri til skúlaárið 2027/2028.
Til ber enn til at innskriva børn í skúla í Tórshavnar kommunu - og at broyta tað um barnið longu er innskrivað í forskúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald