Innanlands

Treylari rendi á parkeraðan bil

Fýra akfør fingu skaða í einum óhappi í høvuðsstaðnum mánakvøldið – Tó var eingin fólkaskaði

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-10 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi Yviri við Strond í Havn.

Talan var um treylara, sum hevði rent á ein parkeraðan bil. Hetta hevði so við sær, at parkeraði bilurin varð sendur inn í tvær aðrar parkeraðar bilar.

Tíbetur vóru bilarnir tómir, og førarin í treylaranum sat so mikið ovarlaga, at hann ikki fekk skaða, men øll fýra akfør fingu skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hví treylarin rendi á, veit hann ikki at siga, men málið verður skrivað sum eitt ferðsluóhapp, og so verður orsøkin kannað, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder