Innanlands

Fimm mál á skránni í tinginum í dag

Fýra 1. viðgerðir, og ein skrivligur fyrispurningur eru á skránni á dagsins tingfundi, sum byrjar kl. 11.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-28 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra 1. viðgerðir eru á skránni í Løgtinginum í dag.

Talan er um eitt uppskot frá Jacob Vestergaard landsstýrismanni um broytingar í útlendingalógini, eitt uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum og tvey uppskot frá Sámal Peturi í Grund úr Sjálvstýri um ávikavist at tryggja lág- og miðalløntum betri sømdir, og um at kanna, hvussu verandi kommunu- og landsskattur rakar brogarar við lágum inntøkum.

Eisini verður framløga á skránni, og atkvøðast skal um ein skrivligan fyrispurning hjá Fíu Selmu Nielsen úr Fólkaflokkinum um orkuveiting og orkutrygd.

Les eisini: Vil vita hvussu orkutrygdin er hjá Føroyum

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder