Innanlands

Trætan millum Varðan í Gøtu og Taks í Eystara landsrætt

Eystari landsrættur skal viðgera sakarmálið millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu

2018-08-15 10:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í morgun klokkan 9 fór Eystari landsrættur at viðgera sakarmálið millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu, tí Taks góðtók ikki avgerðina hjá Føroya rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og skeyt avgerðina hjá Føroya rætti inn fyri landsrættin, skrivar Kringvarpið.

Føroya rættur avgjørdi í oktober í fjør, at partaeigararnir í Varðanum sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum, um fyritøkan verður seld. 

Sambært kapitalvinningsskattalógini er skatturin annars 35 prosent, og tí sleppa eigararnir í Varðanum undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder