Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen fer í dag til New York, har hon í komandi viku skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump.
Tað er í sambandi við ST-aðalfundin, at samstarvsavtalan millum Danmark, Grønland og USA væntandi verður undirskrivað av Mette Frederiksen, Donaldi Trump og grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, sum eisini fer til New York í dag, skrivar Ritzau.
Í samrøðu við TV 2 sigur Mette Frederiksen, at avtalan er góð fyri trygdina í økinum, og at hon hevur gott samband við amerikanska forsetan.
– Í einum ófriðarligum heimi haldi eg, at hendan avtalan er góð fyri okkara trygd, sigur hon.
Sambært almennum upplýsingum hevur Mette Frederiksen tó ikki tosað við Trump síðan 15. januar í fjør. Tá tosaðu tey í telefon, eftir at Trump hevði boðað frá ynski sínum um at yvirtaka Grønland.
Síðan hevur m.a. danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen tikið sær av samskiftinum millum USA og Danmark.
Lars Løkke Rasmussen var m.a. í Washington D.C. í januar saman við táverandi grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum, Vivian Motzfeld, har tey hittu amerikanska varaforsetan J.D. Vance og amerikanska uttanríkismálaráðharran Marco Rubio. Eftir hetta varð ein arbeiðsbólkur settur, og tað hevur nú við sær, at ein avtala um Grønland er gjørd.
Lítið fæst tó at vita um innihaldið í avtaluni, sum eftir ætlan verður undirskrivað í komandi viku.
– Vit hava fyrst eina avtalu um nakrar dagar, og fyrst tá fari eg at siga nakað um innihaldið, sigur danski forsætisráðharrin.
Hon leggur afturat, at avtalan er góð fyri Grønland, fyri danska ríkið, fyri USA og fyri Nato-sameind. Eisini sigur hon, at hon roknar við, at øll fara at halda avtaluna.
Les eisini: Avtala um Grønland væntandi undirskrivað í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald