2026-09-20 14:39
Uttanríkis- og fiskimálaráðið boðar frá, at franski oyðarin FS Normandie og bretska fregattin HMS St Albans koma í føroyskt sjóumveldi komandi dagarnar.
Hetta verður í ávikavist tíðarskeiðunum 20. - 23. september og 23. - 26. september.
Skipini hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið.
HMS St Albans var eisini í Føroyum tvær ferðir í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald