Innanlands

Tosa farið í skiftirættin

Tosa Sp/f, sum kom á marknaðin sum kappingarneyti hjá Føroya Tele og Nema, er farið undir trotabúarviðgerð

Soleiðis sá fyrsta lýsingaherferðin hjá Tosa út í desember 2020 (Skíggjamynd)

Soleiðis sá fyrsta lýsingaherferðin hjá Tosa út í desember 2020 (Skíggjamynd)

2022-06-13 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í desember í 2020, at Tosa kom á marknaðin sum nýggjur televeitari, sum skuldi bjóða Føroya Tele og Nema av í stríðnum um kundarnar.

"Móttøkan var fantastisk”, segði stjórin í Tosa, Tummas við Skipá, við Portalin dagin eftir at nýggja tænastan var kunngjørd. Men eftir øllum at døma hevur ikki gingið nóg væl, tí nú er Sp/f Tosa tikið undir trotabúarviðgerð.

Tað veit tíðindasíðan in.fo í dag.

Áheitainin varð móttikin í skiftirættinum tann 25. mai, og avgerðin er tikin í dag.

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, er settur sum fyribils bústjóri.

Ársúrslitið hjá Tosa Sp/f fyri 2020 vísti eitt undirskot upp á knappar 1,2 millión krónur. Eginpeningurin er 566.000 krónur.

Arbeiðið at seta Tosa á stovn byrjaði í 2016, og tað vóru Tummas við Skipá, Tróndur Hentze Sørensen og Kurt Samson, sum tóku stig til Tosa.

Televeitarin hevur hesa tíðina leigað seg inn á telefonnetið hjá Nema.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder