Innanlands

Tórshavnar kommuna: Tríggjar bussleiðir skerdar í tvey kvøld

Í kvøld og í annaðkvøld verða broytingar í ferðaætlanini hjá leiðunum 3, 6 og 7

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-08 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 8. juli og hóskvøldið 9. juli millum klokkan 21 og 23 eru broytingar í ferðaætlanini hjá bussleiðunum 3, 6 og 7.

Orsøkin er vegarbeiði á Hvítanesvegnum og við rundkoyringina í Hoyvík, sigur Tórshavnar kommuna.

Broytingarnar eru hesar:

Leið 3 koyrir eftir Ringvegnum, Sundsvegnum og Vegnum Langa og víðari eftir ferðaætlanini.

Leið 6 koyrir ikki seinasta túrin úr Steinatúni til Kaldbaks klokkan 21.26.

Leið 7 koyrir ikki seinasta túrin úr Norðuri í Sundum klokkan 20.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder