Mentan

Tórshavnar kommuna stuðlar liðugtgerð av skótadeplinum í Havnardali

Hetta kemur at verða ein frítíðarperla úti í vøkru náttúruni, sigur kommunan – Møguligt verður eisini hjá øðrum at gera dagtúrar út í skótadepilin

2021-03-23 19:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Skótalið KFUM’s hevur søkt um fíggjarligan stuðul til at gera skótadepulin úti í Havnardali lidnan. Leiguøkið er nær um liðugt og ynskir KFUM at fáa økið liðugt sum skjótast. KFUM hevur gjørt eina smáttu í økinum við terassu og hitapotti og tveir dvalarvikar til umleið 20 fólk tilsamans. Ein dvalarviki verður gjørdur afturat til 4-5 fólk.

Harafturat er eitt amfiteatur til yvir 100 fólk, stórt tjaldingarpláss og innilokað bálpláss, har møguleiki er fyri at yvirnátta. Harnæst eru fýra wc á staðnum og møguleiki er fyri at knýta wc-vognar í. Eftir hjá felagum er at hampa gøtur og vegir, gera vollar fram við gøtum, fáa amfiteatrið liðugt, gera ymsar vatnpostar og annað.

Eisini skal ymiskt keypast, so sum legubálsstað, grillútgerð, skrellispannir, benkur og borð. Hetta kemur at verða ein frítíðarperla úti í vøkru náttúruni. Barnagarðar og skúlar kunnu eisini gera dagtúrar út í Skótadeplinum “Í millum tjarna” í Havnardali. Møguleikar eru eisini hjá borgarum í kommununi at gera dagtúrar út í skótadepulin, har man kann grilla og hugna sær. Felagið skrivar, at ætlanin er harumframt at hýsa ferðafólk í økinum allar árstíðir.

Upphæddin, ið restar í, er 150.000 kr. KFUM brúkar í høvuðsheitum ikki økið, tá ið summarfrítíð er. Ætlanin er tí, at Visit Tórshavn ger eina avtalu við KFUM skótarnar um at leiga tjaldingarplássið út til ferðafólk um summarið. Avtalan kann eisini víðkast við øðrum tiltøkum. Møguleiki er eisini fyri, at tað eina wc verður alment wc fyri borgarar og ferðafólk og kommunan einans rindar fyri reingerð.

Kommunustjórin og leiðarin á stjórnarskrivstovuni mæltu í oktober til at játta kr. 150.000 krónur til at gera skótadepulin “Í millum Tjarna” lidnan og at KFUM og Visit Tórshavn gera avtalu um, hvussu Visit Tórshavn leigar tjaldingarpláss v.m. til ferðafólk um summarið. Málið hevur síðan verið í býarskipanardeildini og vinnunevndini

Nýggj upptekning er gjørd av økinum og fyriliggur nýtt kortskjal, sum umfatar tað økið sum KFUM skótar brúka. Nýggj brúksavtala er gjørd, sum umfatar alt økið. Kommunustjórin og leiðarin á stjórnarskrivstovuni mæla til, at góðkenna nýggja brúksavtalu. Fíggjarnevndin hevur góðtikið tilmælið, sum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder