2026-11-14 09:23
Í gjárkvøldið varð boðað frá innbroti á Tjaldurs Apotek í Havn.
Tað var klokkan 22.20 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um innbrotið.
Løgreglan fór á staðið og handtók ein mann, sum var komin innum fyrstu hurðina men ikki var sloppin víðari.
Hann varð handtikin, og hann er framvegis á løgreglustøðini, tí hann er ikki avhoyrdur enn, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Maðurin verður avhoyrdur, skuldsettur og leyslatin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald