Innanlands

Rodmar evnar vakurt handverk úr føroysku viði

Sunnudagin 15. november frá klokkan 14 til 18 verður Rodmar Næs at hitta á jólamarknaðinum í Brandstøðini í Leirvík.

2026-11-14 11:42 Author image
Innsent
placeholder

Í einum lítlum, hugnaligum húsum Uppi við Garð í Leirvík býr 75 ára gamli Rodmar Næs. Í kjallaranum hevur hann innrættað sær eitt lítið dreyiverkstað, har hann brúkar nógvar tímar við dreyibonkin.

Rodmar hevur stóran áhuga fyri at arbeiða við viði, og hevur eitt serstakliga gott handalag. Úr hondum hansara koma alskyns vakrir lutir so sum skálir, fuglar, ljósastakar, lampur og mangt annað.

At umskapa eitt rátt træstykki til ein slættan og vakran lut krevur bæði tíð, hegni og tolsemi. Og júst hetta sæst aftur í handverkinum hjá Rodmari, har hvør einstakur lutur verður gjørdur við stórum nærlagni.

Alt verður gjørt úr føroyskum viði, og tað ger handverkið serstakt. Hvør lutur hevur sín egna dám, og við teimum ber til at prýða heimið við vøkrum, føroyskum handverki.

Men áhugin fyri at dreya snýr seg ikki einans um at arbeiða sjálvstøðugt. Rodmar hittist eisini javnan við øðrum monnum á Oyrarbakka, ið hava sama áhuga fyri handverkinum fyri at skifta orð og deila hugskot.

Sunnudagin 15. november frá klokkan 14 til 18 verður Rodmar at hitta á jólamarknaðinum í Brandstøðini í Leirvík, har hann fer at sýna fram og selja nakrar av sínum hondgjørdu lutum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder