Innanlands

Tórshavnar kommuna letur 250.000 krónur til skilja og endurnýta burturkast

Umhvørvisstuðulin hjá kommununi í ár fer til verkætlanir, sum onkursvegna arbeiða við hesum endamálið

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-03-04 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meira dentur verður í hesum døgum lagdur á, at skilja og endurnýta burturkast á skynsaman hátt.

Tórshavnar kommuna setur eisini ljóskastaran á hetta, og boðar frá at øll kunnu søkja um at fáa lut í upphæddini á 250.000 krónur, sum fer til at skumpa undir arbeiðið at skilja og endurnýta burturkast.

Dømi um verkætlanir kunnu vera skeið ella verkstovur innan endurgerð av burturkasti, tiltøk, sum taka útgangsstøði í at endurnýta lutir ella burturkast, ella kanningar í samband við evni.

Umsóknarfreistin er 15. apríl, skrivar torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder