Innanlands

Tórshavnar kommuna kannar eftirspurningin á Velbastað

Í sambandi við ætlaðu útstykkingina á Velbastað, hevur kommunan fyrireikað eina talgilda kanning

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-05-22 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur samtykt at stykkja út á Velbastað, og 18. mai varð samtykt at leggja málið út til almenna hoyring, soleiðis at kommunan fær eina ábending um áhuga, tørv og slag av bygging.

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna fyrireikað eina talgilda kanning, har borgarin verður settur nakrar spurningar.

Talan er um økið niðan fyri býlingin undir Borgarhálsi. Reyða frámerkið á kortinum omanfyri vísir økið við ætlaðu útstykkingini á matrikli 3a og 1a.

Økið til útstykkingina er áleið 8.300 fermetrar, og lendið er munandi slættari enn undir Borgarhálsi. Vegurin til útstykkingina 'Norðuri á Trøð' er lutfalsliga smalur vegur. Tí verður kannað, hvørt vegurin kann flytast, breiðkast, ella bústaðarvegur kann gerast, soleiðis at hann kann ganga oman av svinginum í útsynning fyri ústykkingina og ígjøgnum byggilendið á staðin, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Les meira her.

placeholder
placeholder