Innanlands

Tórshavnar kommuna: Fylgið vegleiðing um uppseting av valplakatum

Sagt verður frá nakað av vindi aftur í morgin - nakrar plakatir eru hongdar upp á høg hegn, sum virka sum segl, tá vindur er.

2020-10-29 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum eru fleiri og fleiri valplakatir at síggja, men tað skal ikki vera tilvildarligt, hvar og hvussu tær verða hongdar upp.

Sagt verður frá nakað av vindi aftur í morgin, og tí heitir Tórshavnar kommuna sum vegamyndugleiki á valevni um at ansa eftir, hvar valplakatir verða settar upp.

Kommunan vísur á hjáløgdu vegleiðing frá Landsverk, sum neyvt lýsir, hvar og hvussu plakatir skulu verða settar upp.

Ein trupulleiki er, at plakatir eru hongdar upp á høg hegn, sum so virka sum segl, tá vindur er. Hetta er nakað, sum arbeiðspláss hava havt trupulleikar av.

Vegleiðing frá Landsverki um valplakatir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder