Mentan

Tórsfest: Dreingirnir úr Carpark North eru klárir

Carpark North, Smokie og Jacob Dinesen eru klárir til í kvøld

2018-07-21 15:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Carpark North er ein av teimum best umtóktu bólkunum í Skandinavia. Teir hava vunnið eina ørgrynnu av prísum.

Bara fyri at nevna nakrar: Danish Music Awards, Zulu Awards og Gaffa prísin.

Teir hava selt eina ørgrynnu av plátum og eru í roynd og veru tað feitasta, sum Kongaríkið hevur at bjóða, siga fyriskipararnir.

Í kvøld spæla teir í gongugøtuni til ársins Okkara Tórsfest kl. 22.30.

Tað eru bara tvey ár síðani teir spældu á Tórsfest síðst. Tann framførslan riggaði avbera væl, og telist helst millum bestu rokkkonsertirnar í Føroyum seinnu árini.

Smokie og Jacob Dinesen vóru eisini við sama flogfari sum Carpark North og framføra ávikavist 19:30 og 20:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder