Innanlands

Hesi sjey aðalráðini vera í nýggju samgonguni

Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey onnur aðalráð. Aksel V. Johannesen verður fíggjarmálaráðharri, og Javnaðarflokkurin fær sum skilst eisini almanna-og bústaðarmál. Heilsumál og uttanríkismál, herundir helst fiskivinnumál, fara til Sambandsflokkin

2026-04-08 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kom málsøkjabýtið uppá pláss í samgongusamráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Sí eisini: Koma saman seinnpartin fyri at fáa seinastu snøklarnir upp á pláss

Flokkarnir hava einki vilja sagt, men sambært fleiri góðum keldum vera hetta aðalráðini í komandi ABC-samgongu.

Fólkaflokkurin (3): Løgmann (Beinir Johannesen), menta- og undirvísingarmál og vinnumál 

Sambandsflokkurin (2): Uttanríkismál* og heilsumál

Javnaðarflokkurin (2): Fíggjarmál og almannamál**

Herundir eru fiskivinnumál, sambært Norðlýsinum. Tað verður eftir øllum at døma Bárður á Steig Nielsen, sum skal stjórna hesum

** Bústaðarmál koma eftir øllum at døma undir almannamál, sum Margit Stóra mest sannlíkt skal umsita.

Portalurin og Norðlýsið hava fingið upplýst, at semja er funnin, um at nýggja landsstýrið fer at síggja áleið soleiðis út.

Fyrivarni skal takast fyri, at ymiskt er nakað øðrívisi, og vit hava millum annað ikki fingið greiðu á, hvar ting sum umhvørvismál og samferðslumál fara at liggja undir.

Í mun til, hvørji vera landsstýrisfólk í tí ymiska, er talan um "gitingar á góðum grundarlagi". Tað er slíkt, sum flokkarnir sita við, áðrenn teir savnast aftur klokkan 15.

Mest sannlíkt verður tað Johan Dahl, sum verður løgtingsformaður.

Meira um hetta seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder