2026-04-08 07:50
Um tíggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá tollvaldinum á flogvøllinum um, at illgruni var um, at ein maður, sum var komin til landið hevði rúsevni uppi á sær, innvortis.
Og hundarnir hjá tollvaldinum høvdu rætt. Maðurin, sum er dani, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið og alt varð fingið úr honum. Hann verður skuldsettur fyri at royna at innflyta rúsevni.
Á løgreglustøðini í morgun fáa tey ikki sagt júst hvussu nógv viðkomandi hevði uppi á sær, men tað verður mett at vera meira enn til egið brúk.
Maðurin er framvegis í varðhaldi meðan málið verður kannað víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald