Mentan

Tóm setur í salinum tí uppspunnin flokkur varð tilmeldaður

Fyrireikararnir fata tað sum eina roynd at seta forðingar fyri tiltakið

2019-10-09 15:39 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag byrjaði føroyski filmsfestivalurin, ið varpar ljós á minnilutabólkar, Faroe Islands International Minority Film Festival, eisini róptur FIMFF.

Tiltakið byrjaði við, at fleiri skúlaflokkar vóru savnaðir í Smæruni í Havn at síggja filmar um minnilutar og hoyra framløgur.

Dagurin var fullteknaður, skriva fyrireikararnir á Facebook-bólkinum fyri festivalin, men kortini vóru fleiri setur tóm.

Við nærri kanning vísti tað seg, at onkur hevði meldað ein fiktivan, ein uppspunnan, skúlaflokk til tiltakið. Viðkomandi, iðhevði melda henda uppspunna flokkin til hevði gjørt sær ómak við at skriva nøvnini á øllum næmingunum í flokkinum, men við nærri kanning vísir tað seg, at hetta er uppspunnið.

- Hetta halda vit í FIMFF vera sera óbehagiligt, og ikki minst eitt tekin um manglandi virðing fyri okkara arbeiði í FIMFF og minnilutum í Føroyum yvirhøvur, skriva fyrireikararnir.

Fyrireikararnir greiða frá, at innbjóðingarnar vórðu send beinleiðis til lærarar á ymsum skúlum. Sostatt er tað onkur, ið hevur fingið hesa innbjóðing, sum hevur funnið upp á flokk, sum so ikki kom til tiltakið.

- Hetta er sostatt ein roynd at standa í vegin fyri okkara festivali, og at geva næmingum møguleika at luttaka í einum kunnandi degi um minnilutar í Føroyum, og í hesum førinum LGBTQ minnilutar, skriva fyrireikararnir.

FIMFF-festivalurin byrjar av álvara í annaðkvøld, tá setanarhald og filmssýning verður í Norðurlandahúsinum. Festivalurin heldur fram við fleiri tiltøkum í Perluni í Tórsgøtu í Havn 11. til 13. oktober.

 

placeholder
placeholder