Innanlands

Tjóðveldi við broytingaruppskoti til fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu

Tjóðveldi metir uppskotið hjá meirilutanum at vera "svart og ósosialt". Býráðslimir floksins ynskja millum annað ein nýggjan dagstovn til umleið 100 børn, og at 18 milliónir verða settar av til orkupolitikk

Elsa Berg, ið er ein av limunum hjá Tjóðveldi í býráðnum

Elsa Berg, ið er ein av limunum hjá Tjóðveldi í býráðnum

2022-11-23 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu skal samtykkjast í morgin, hóskvøldið 24. november. Í tí sambandi varð uppskotið hjá meirilutanum í Tórshavnar býráði lagt fram á eyka fíggjarnevndarfundi í dag.

Hetta uppskotið fær ikki góða undirtøku frá Tjóðveldi, sum í skrivi til miðlarnar fyri løtu síðani skýrir tað "svart og ósosialt". Fílst verður á, at meirilutin ætlar sær hvørki at lækka skattin ella at hækka barnafrádráttin í 2023, og setur ov lítið av peningi (10 milliónir) av til orkuskiftið, í mun til at røkka útlátsmálunum sum kommunan hevur sett sær.

- Fíggjarætlanin er svørt og tekur als ikki nøktandi sosial atlit í annars truplum tíðum. Tjóðveldi í býráðnum hevur tí lagt broytingaruppskot fram um at betra munandi um hesi viðurskifti

Í broytingaruppskotinum kemur tað millum annað fram, at  tey fýra umboðini hjá Tjóðveldi ynskja, at ein nýggjur dagstovnur verður gjørdur til umleið 100 børn, at sum heild fleiri pláss verða gjørd, og at barnafrádrátturin verður hækkaður frá 8.000 til 10.000 krónur fyri hvørt barn. Á hesum økinum, og viðvíkjandi hægri nomering, er ikki nógv í uppskotinum frá meirilutanum. 

Alt broytingaruppskoti kann lesast niðanfyri

---------------------------------------------------

Tjóðveldi hevur hesi broytingaruppskot til fíggjarætlan fyri 2023, ið skal samtykkjast á býráðsfundi hóskvøldið 24. november:

FLEIRI DAGSTOVNAPLÁSS OG HÆGRI NORMERING:

Foreldur sleppa ikki til arbeiðis tí, at umleið 160 børn eru á bíðilista til vøggustovu- ella barnagarðspláss. Hetta er ein kjarnutænasta, ið meirilutin onki ger fyri at loysa. Tí er neyðugt at útvega fleiri dagstovnapláss alt fyri eitt.

Tí skjóta vit upp at byrja arbeiðið við at fyrireika at byggja ein nýggjan dagstovn til uml. 100 børn. Í 2023 skal avgerð takast um staðseting og fara undir projektering. Til hetta skulu avsetast 2 mió. kr.

Farið eigur alt fyri eitt undir at byggja uppí verandi stovnar, har tað ber til, so nýggj pláss kunnu útvegast skjótt. 15 mió. kr. verða settar av til hetta.

Eftir fakligum tilmæli samtykti eitt samt býráð í november í 2020 at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við 36 mió. komandi árini, - ella við uml 8 mió. árliga komandi 4-5 árini. 13 mió. kr. eru settar av til hægri normering síðan samtyktina, og 8 mió. kr. eiga at verða settar av í 2023.

Barnafrádráttur, standmynd og 18 milliónir til orkupolitikk

Hækka Branafrádráttin frá 8000 krónum til 10.000 krónir pr. ár fyri hvørt barn

2 milliónir krónur til at reisa standmynd av Andreu Árting 

18 milliónir krónur til at seta ferð á arbeiðið við átøkunum í orkupolitikkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder