Innanlands

Tjarnargarður raktur av koronu

Demensdeildin á røktarheiminum Tjarnargarður í Havn, er raktur av koronu. Seks starvsfólk og seks húsfólk eru testað positiv

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2021-09-29 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks húsfólk og seks starvsfólk á demesdeildini á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn eru blivin testað positiv við koronu.

Tað visti útvarpið at siga í kvøld.

Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu og umsorganastjóra í Tórshavnar kommuna sigur, at tað veit væl við hjá øllum. Eingin av teimum er sjúkur í løtuni, og tey eru eftir umstøðunum væl fyri.

Tað var leygardagin, at fyrsta húsfólkið bleiv positivt, og beinanvegin vórðu tiltøk sett í verk, og koronukanningar eru gjørdar í fleiri umførum. Mánadagin og í gjár vóru fleiri testað positiv, og talið er nú komið upp á seks starvsfólk og seks húsfólk.

Á Tjarnargarði hava tey skipað seg í tvær lonir. Ein, har tey sum eru smittað halda til, meðan hini halda til á aðrari lon.

Tey eru nú í holt við at skaffa fleiri starvsfólk fyri at klára at leggja tímatalvuna, upplýsir Eyðfríð L. Jacobsen fyri útvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder