Innanlands

Tingsetan endar um eina viku

Jógvan á Lakjuni sigur við Kringvarpið, at tíðarætlanin fer at halda, hóast nógv mál skulu avgreiðast. 141 tingmál hava verið hesa tingsetuna

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-04-22 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er tingfundir í gongd, sum byrjaði klokkan 13.30. Á dagsskránni eru níggju aðru viðgerðir. Til dømis er uppskot til samtyktar um, at ólavsøkuaftan verður almennur frídagur.

Í løtuni eru 27 mál í ymsu nevndunum, men hóast nógv mál eru eftir at avgreiða, so fer tíðarætlanin at halda, sambært Jógvan á Lakjuni. Løgtingsformaðurin sigur við Kringvarpið, at ætlanin framvegis er, at løgtingið skal fara til hús um eina viku, .

Sum nú er, so veit Jógvan á Lakjuni ikki, um fleiri mál eru á veg. 141 tingmál hava verið til fyrstu viðgerð í hesari tingsetuni.

Tingfundur verður á skránni í morgin, og tað verður tað eisini fyrstu fýra dagarnar í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder