Innanlands

Ferðsluóhapp við Leirvíkstunnilin

Í løtuni er ikki koyrandi gjøgnum tunnilin. Løgregla og sjúkrabilur eru á veg á staðið.

2026-10-31 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var fyri løtu síðan uttan fyri tunnilsmunnan í Leirvíkstunlinum.

Løgreglan sigur, at neyðsynjarakfør eru ávegis á staðið og at tað í løtuni ikki er koyrandi gjøgnum tunnlin.

Bilar inni í tunlinum kunnu venda við.

Sum skilst er bíðirøðin uttanfyri tunnilin rættiliga lang. Tað er ikki koyrandi eftir gamlu farleiðini á Leirvíksvegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder