Innanlands

Tingfundur verður seinnapartin

Skal viðgera ríkisveiting og makrelkvotu til útróðrarflotan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-16 09:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingsfundur verður seinnapartin klokkan 13.

Fyrsta punkt á skránni er onnur viðgerð av einum lógaruppskoti, sum Tjóðveldi hevur lagt fram, um at niðurskriva ríkisveitingina úr Danmark niður á null komandi sjey árini.

Men onki bendir á, at málið verður samtykt.

Meirilutin í fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt málið, mannaður av samgonguumboðunum umframt javnaðar- og sjálvstýrisumboðnum, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Hinvegin mæla bæði tjóðveldisumboðið og framsóknarumboðið at samtykkja uppskotið.

Eftir atkvøðugreiðsluna við aðru viðgerð, skal Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum svara einum skrivligum spurningi frá Edvu Jacobsen um ætlanir eru um at geva útróðrarflotanum lut í makrelkvotuni. Hon biður eisini landsstýrismannin um grundgevingar um so, at ætlanin ikki er at geva útróðrarflotanum kvotu.

Eftir svarið, fær tingið møguleika at viðgera spurningin og svarið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder