Uttanlands

Tina Turner deyð, 83 ár

Hon doyði í dag eftir longri sjúkralegu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-24 22:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Amerikanska sangarinnan Tina Turner er deyð, 83 ára gomul.

Hetta upplýsir talsfólk hennara sambært Sky News.

Sambært talsfólkinum fór hon friðarliga eftir longri sjúkralegu við hús í Küsnacht, nærhendis Zürich í Sveis.

Hon fekk veruliga sítt gjøgnumbrot í 1960'unum saman við táverandi manninum Ike Turner.

Men eftir at tey bæði fóru hvør til sítt byrjaði hon uppá egna yrkisleið. Ein yrkisleið, har hon hevur verið eitt av størstu nøvnunum í tónleikaheiminum.

Tina Turner er millum annað kend fyri løg sum "Private Dancer", "What's Love Got to Do with It", og "(Simply) The Best".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder