Skúlablaðið: Næmingarnir í 7. flokki í Eysturskúlanum í Havn taka so væl undir við at hava týskt, at týskt frá komandi skúlaári verður krav í 7. flokki.
- Tað er fyri at geva øllum næmingum ein forsmakk uppá, hvat týskt er, og gera tey betur før fyri at taka støðu til, um tey vilja hava týskt í hádeild, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum.
Týskt hevur tað gott í Eysturskúlanum í Havn; so gott at meginparturin av næmingunum í 7. flokki sjálvbodnir hava valt at hava týskt – 55 av 60 næmingum. Flokkarnir eru tríggir í tali, og teir hava týskt ein tíma um vikuna. Góða undirtøkan ger, at leiðslan í skúlanum umhugsar at hava týskt sum kravda lærugrein í 7. flokki komandi ár.
- Næmingarnir sýnast at tíma so væl at hava týskt, at vit umhugsa at hava týskt sum kravda lærugrein komandi skúlaár. Undirvísingin í týskum í 7. flokki krevur ikki meiri av næmingunum enn, at teir fylgja við og lurta. Teir læra tað mest grundleggjandi, tølini, einfaldar setningar og slíkt; teir skulu ikki til roynd í týskum, sigur Eyðna Magnussen.
Vanliga velja nógvir næmingar í Eysturskúlanum at hava týskt í hádeildini. Orsøkin til góðu undirtøkuna er, at Eysturskúlin ger sera nógv burtur úr at kunna næmingar og foreldur um lærugreinina, og ikki minst at týskt er fortreyt fyri at sleppa inn á hugbreytina á miðnámi. Harumframt er skúlin væl fyri við lærarum, ið hava týskt sum linjulærugrein.
- Yvirskipaða orsøkin til, at týskt nú verður boðið út sum lærugrein til næmingarnar í 7. flokki, er fyri at fáa 7., 8. og 9. flokk at hanga saman sum eina eind. Haraftrat er tað fyri at geva næmingunum í 7. flokki ein forsmakk uppá, hvat týskt er, soleiðis at teir eru betur fyri at taka støðu til, um teir vilja hava týskt í hádeildini. Vit vænta, at tað ger stóran mun at hava týskt í 7. flokki, og at enn fleiri fara at velja týskt í hádeild.
Tosa fakið upp - treyt fyri Miðnám
Góð kunning um lærugreinina týskt, og hvørjar hurðar týskt letur upp fyri er avgerandi fyri, at so nógvir næmingar í Eysturskúlanum velja týskt. Lærarar í týskum, skúlavegleiðingin og leiðslan standa fyri kunningini, og væl verður gjørt burturúr.
- Vit tosa fakið týskt upp, og tað gera vit eitt nú tí, at týskt er krav fyri at sleppa inn á hugbreyt. Nógvir næmingar ikki eru greiðir yvir ella verða ov seint greiðir yvir, at teir mugu hava týskt, um teir vilja inn á hugbreyt. Tað kann vera, at teir hava fingið røttu kunningina, men eg kann í øllum førum undrast á, at so nógvir ikki eru greiðir yvir, at teir skulu hava týskt fyri at sleppa inn á hugbreyt. Hjá nógvum kemur tað sum ein hvøkkur stutt áðrenn teir ætla sær á miðnám, staðfestir Eyðna Magnussen
Allir næmingar, sum fara upp sum sjálvlesandi í miðstaðarøkinum, verða innskrivaðir í Eysturskúlanum; talið á teimum, sum fara upp í týskum sum sjálvlesandi, er vaksið nógv síðstu trý árini. Hetta er bæði fólk, sum eru farin úr fólkaskúlanum fyri nøkrum árum síðan og ungfólk, eisini blaðung, sum enn ganga í fólkaskúla.
- Ein óheppin gongd, haldi eg, at tað so seint gongur upp fyri so nógv, at týskt er krav at sleppa inn á hugbreyt.
Í Eysturskúlanum liggja tímarnir í týskum í hádeild spjaddir í tímtalvuni; hjá onkrum flokki tíðliga á degnum, hjá øðrum tíðliga seinnapartin og hjá onkrum síðst á degnum.
- Liggja teir altíð síðst á degnum kennist tað hjá nógvum næmingum tungt. Tað hava vit í huga, tá vit leggja tímatalvuna.
Framtíðin hjá týskum
Eyðna Magnussen heldur, at vit mugu gera okkum greitt, hvat vit vilja við týskum í fólkaskúlanum. Soleiðis sum týskt verður raðfest í skúlaskipanini, er lærugreinin hvørki fuglur ella fiskur.
- Eg fari ikki at siga, at vit skulu sleppa kravinum um, at týskt er krav til hugbreyt á miðnámi, men skal týskt framhaldandi vera krav, eigur lærugreinin at verða nógv hægri raðfest í fólkaskúlanum, enn lærugreinin verður. Í løtuni er týskt í eini bíðistøðu ella einari støðu, sum ger, at hugbreytin verður stóri taparin, og tað er sera spell, tí hugbreytin klekir lærarar, námsfrøðingar, sjúkrafrøðingar og aðrar útbúgvingar, sum so stórur tørvur er á.
At samanbera støðuna hjá týskum við støðuna, sum týskt hevði fyrr, gevur lítla meining, heldur Eyðna Magnussen, tí málstøðan hjá føroyingum er so nógv broytt síðstu árini.
- Annaðmál hjá flestu føroyinum í dag er ikki longur danskt, men enskt, hjá nógvum ikki gott enskt, men eitt mál, sum er merkt av youtube-enskum. Skulu vit framhaldandi leggja upp fyri einum fjórða máli í skúlaskipanini, krevur tað, at næmingar eru málsliga sterkir í móðurmálinum, føroyskum, og tað eru tað nógv, sum ikki longur eru. Málfeingi hjá børnum í dag er nógv minni, og tað smalkast meiri og meiri. Haraftrat hava vit nógv tvímælt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald