Innanlands

Tiknir av bóli av føroysku náttúruni

Amerikansku tónleikararnir í rokkbólkinum Steelheart eru tiknir á bóli av Føroyum. Teir eru komnir til Føroyar longu í dag hóast teir ikki spæla á Summar Festivalinum fyrr enn í annaðkvøld

2022-08-04 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í dag kom amerikanski rockbólkurin Steelheart við Atlantsflogi til Føroya. 

Teir spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, men eru komnir til Føroya í góðari tíð, so at teir bæði kunnu uppliva eitt sindur av Føroyum og vera púra klárir til framførsluna á Vágsbø.

Føroyar hava víst seg frá sínari vøkru síðu í dag, og amerikansku tónleikararnir eru púra ovfarnir av føroysku náttúruni.

Teir hava tikið nógvar myndir og hava verið úti og hugt seg um ymsastaðni.

Steelheart spælir á Summar Festivalinum fríggjakvøldið klokkan 21:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder