Innanlands

Tíggju tilburðir staðfestir í 1.518 kanningum í gjár

Tað er ógreitt, hvussu tveir av persónunum eru smittaðir. Í løtuni eru 34 persónar smittaðir við koronu í Føroyum.

803 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

803 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-07 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíggju nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í sjey førum er talan um eina kenda smittuketu. Tað er ógreitt, hvussu tveir persónar eru smittaðir. Seinasti tilburðurin bleiv staðfestur við komu til Føroya, skrivar corona.fo. Ein persónur er staðfestur frískur aftur.

Heili 1.518 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 320.045 koronukanningar í Føroyum.

803 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 34 persónar smittaðir við koronu. Ein er innlagdur í samband við smittu, sambært corona.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder