Innanlands

110 smittað í løtuni

11 tilburðir eru lagdir afturat síðan í gjár, og 1779 kanningar eru enn ikki liðugt greinaðar

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

2020-08-12 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 335 koronatilburðir skrásettir í Føroyum, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum.

Sostatt eru tíggju tilburðir lagdir afturat síðan í gjár, og er talið á fólki, sum eru smittað í løtuni, nú 110.

Fleiri enn 63.000 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og enn eru fleiri enn 1.500 kanningar frá seinastu døgunum, sum ikki eru liðugt greinaðar.

Sambært corona.fo eru fleiri kanningar frá mánadegnum og týsdegnum ikki liðugt greinaðar enn, og heilt nágreiniliga bíða 1779 fólk í løtuni eftir úrsliti.

Fleiri enn 900 fólk eru framvegis í sóttarhaldi, og eingin koronasjúklingur er í løtuni innlagdur í Føroyum.

Dagførd kl. 14.01

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder