Innanlands

Tey ungu meira ivandi í ætlanunum at loyva ferðandi til og úr Føroyum

Spyr.fo: Samlað er stór undirtøka í ætlanunum at lata landið upp

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-02 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru tey ungu, sum sum eru ivandi í spurninginum um tað er rætt at lata Føroyar upp fyri umheiminum. Jú eldri tú ert, meira samdur ert tú helst í, at tað er rætt av landsstýrinum at lata upp fyri verðandi til og úr Føroyum frá 15. juni.

Spyr.fo spurdi fríggjadagin 500 veljarar um nýggju tiltøkini viðvíkjandi korona-upplatingini.

Spurt var eitt nú um fólk eru ósamd í um tað skal vera ”frítt at ferðast millum Føroyar, Ísland og Danmark (og onnur lond umvegis DK)”.

Tilsamans eru tað 61,4 prosent, sum eru samd, meðan 26,6 prosent eru ósamd.

Men tað eru tey ungu, sum eru meira ósamd enn samd í hesum spurninginum. 41,4 prosent taka undir við ætlanunum hjá landsstýrinum, meðan 48,5 prosent eru ósamd.

Jú eldri aldursbólkur, tess størri semja við landsstýrið. 51,6 prosent av teimum 30 til 44 ára gomlu eru samd, 72,7 prosent av teimum 45 til 59 ára gomlu og 73,5 prosent av teimum 60 til 80 ára gomlu taka undir við landsstýrinum.

Tølini býtt á aldursbólkar síggjast á talvuni herundir. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.

Veljarakanningin hjá Spyr.fo varð gjørd fríggjakvøldið 29. mai. Hon byggir á 500 svar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder