Innanlands

Tey sum vóru í safarilandinum mánadagin eiga at lata seg kanna

Tveir persónar, sum í gjár fingu staðfest koronu, vóru í og kring spælilandið í SMS

Eksotisk djór hava verið at sæð á Torginum í SMS hesa seinastu tíðina

Eksotisk djór hava verið at sæð á Torginum í SMS hesa seinastu tíðina

2021-07-07 15:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landslæknin heitir nú á øll, sum mánadagin millum klokkan 14 og 18 vóru í spælilandinum á torginum í SMS, um at lata seg kanna.

Áheitanin kemur av, at tveir persónar, sum í gjár fingu staðfest koronu, hava verið í og kring spælilandið í SMS.

- Í hesum einstaka føri vísir tað seg at vera ómetaliga torført at uppspora smittuna. Fyri at binda um heilan fingur heita vit tískil á øll, ið hava verið í spælilandinum hjá SMS um at lata seg kanna sum skjótast, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder