Uttanlands

Texas herðir fosturtøkulógina

Hægstirættaravgerð, ið loyvir fosturtøku í øllum statum, stendur møguliga fyri fallið

Greg Abbott, guvernørur í Texas (Mynd: EPA)

Greg Abbott, guvernørur í Texas (Mynd: EPA)

2021-05-20 10:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Guvernørurin í amerikanska statinum, Texas, Greg Abbott, skrivaði í gjár undir eina nýggja lóg, sum bannar fosturtøku eftir sættu viku. Lógin er eisini galdandi í teimum førum, har kvinnan hevur verið offur fyri blóðskemd ella neyðtøku.

Hetta hendir hóast mótstøðu frá heilsuverkinum og rættarskipanini í statinum, har ávarað hevur verið um, at nýggja lógin fer at seta hesar skipanir undir hart trýst.

Hóast bannið gevur møguleika fyri at fáa framt fosturtøku áðrenn sættu viku, so verður skipanin sæð sum eitt fullkomið bann móti fosturtøku, tí tað eru tær fægstu, sum vita at tær eru við barn longu eftir seks vikur.

- Henda lóg tryggjar, at lívið hjá øllum óføddum børnum við hjartaslagi, verða bjargað, segði Greg Abbott, tá hann hevði sett undirskrift sína á umstríddu lógina.

Nýggja lógin í Texas gevur øllum borgarum møguleika fyri at stevna teimum, ið hava framt fosturtøku ella teimum, ið hava hjálpt kvinnu við at fáa fosturtøku.

Hetta ger lógina í Texas rættiliga øðrvísi enn tilsvarandi lógir í øðrum statum, skrivar AFP.

- Henda lógin er ein av teimum mest víðgongdu í landinum, og hon skapar eitt vandamikið fyridømi, sigur Alexis McGill Johnson, forkvinna fyri Planned Parenthood Action Fund.

- Atgongdin til fosturtøku hevur ongantíð verið meira hótt, sigur hon.

Minst tíggju aðrir amerikanskir statir, har republikanararnir hava valdið, hava eisini sett í verk bann móti fosturtøku so skjótt hjartasláttur kann hoyrast hjá einum fostri. Hetta er vanliga seks vikur inni í burðartíðini.

Tó er tað enn ikki eydnast hesum statum at handhevja lógina. Tær eru vrakaðar av dómstólinum, tí tær ganga ímóti eini slóðbrótandi avgerð í hægstarætti, kallað Roe vs. Wade.

Hetta er eisini galdandi fyri eina fosturtøkulóg í Mississippi, ið bannar fosturtøku eftir 15. viku.

Men í hesi viku valdi hægstirættur at taka málið upp eftir at tveir dómstólar hava staðfest, at fosturtøkulógin í Mississippi er í stríð við stjórnarskipanina.

Hetta verður fyrsta fosturtøkumál í hægstarætti eftir at fyrrverandi forsetin, Donald Trump, fekk nýggjar konservativar dómarar settar í henda týðandi rætt.

Hetta málið kann hótta ta týðandi avgerðina í málinum Roe vs. Wade frá 1973, sum loyvdi fosturtøku í øllum USA.

Hægstirættur tekur avgerð í málinum í heyst, skrivar AFP.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder