Innanlands

Ternan er farin á beding

Jósup avloysti í morgun Ternuna, ið nú er á Klaksvíkar Sleipistøð, á nólsoyaroyarleiðini. Ferjan verður við dokk fram til jólar

(Savnsmynd - SSL)

(Savnsmynd - SSL)

2020-10-20 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun sigldi Ternan tveir túrar á Nólsoyarleiðuni, áðrenn ferjan varð avloyst av Jósup, sum fer at røkja at siglingina á nólsoyarleiðini. Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon sett í sigling. 

Ternan liggur nú á Klaksvíkar Sleipistøð. Hon skal til 40-ára klassing, og mett verður, at arbeiðið fer at taka um níggju vikur. Tískil byrjaði dokkingin á middegi í dag, soleiðis at Ternan verður klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól, skrivar ssl.fo.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder