Uttanlands

Teitur er ov lekkur til kærleika

Føroyski Paradise-vinnarin verður nú at síggja í aðrari reality-sending

(Mynd: Realityportalen)

(Mynd: Realityportalen)

2019-09-19 14:33 Author image
Agnar Prestá

Hann gjørdist landskendur í Danmark og í Føroyum, tá hann í vár og í summar var at síggja í Paradise Hotel, ið hann endaði við at vinna.

[object Object]
Teitur kunngjørdur sum luttakari (Mynd: Realityportalen)

Teitur Skoubo gjørdist 300.000 krónur ríkari, og nú er kunngjørt, at hann verður ein av luttakrunum í "For lækker til Love", har "reality-stjørnur" leita eftir kærleikanum. 

TV3: For Lækker til Love er aftur

Teitur er ein av trimum mannfólkum; Lenny er eisini frá Paradise Hotel og Rasmus er frá X Factor.

Røðin kann síggjast á á Viafree, ið er stroymingarsíðan hjá TV3. Fyrsti partur er tøkur í morginárini.

placeholder
placeholder