Uttanlands

Nú er greitt, hvørji lond skulu umboða Evropa í samráðingum um Ukraina

Talan er um Frakland, Stórabretland, Týskland, Pólland, og Italia umframt ES-stovnar.

ES-forsetin, António Costa (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

ES-forsetin, António Costa (Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-14 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verða sonevndu E5-londini, Frakland, Stórabretland, Týskland, Pólland og Italia, umframt ES-stovnar, sum skulu umboða Evropa í friðarsamráðingum um Ukraina.

Tað upplýsti ES-forsetin, António Costa á tíðindafundi eftir óformligan ES-toppfund í Dublin fríggjadagin.

– Støður okkara í samráðingunum eru kendar, og okkara evropeiska toymi verður samskipað við fullari semju. Evropa skal tosa við einari greiðari rødd, sigur hann.

Sambært Ritzau kann væntast, at Nato eisini verður umboðað í samráðingunum.

Hesa vikuna hava samráðingar verið millum Ukraina, Russland og USA í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum, har partarnir samdust um fangabýti. Eisini hava amerikonsk sendifólk verið á fundi við leiðararnar í bæði Russlandi og Ukraina.

Umboð fyri Evropa vóru eisini við í Abu Dhabi. Umboð úr Fraklandi, Stórabretlandi, Týsklandi, Italia og ES hittu amerikaanrar og ukrainar, men russar vóru ikki við á hesum fundinum.

Men nú er avgerð tikin um, at Pólland eisini verður umboðað í komandi samráðingum.

António Costa sigur, at tað er neyðugt at hava nógv umboð fyri Evropa fyri at varða av ymisku áhugamálunum hjá evropearum undir samráðingunum.

Les eisini: – Kunnu ikki gera avtalu uttan Evropa


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder