placeholder
Innanlands

Teistin avlýsir - Fleiri bygdaleiðir gevast eisini fyri í dag

Bæði oyggjaleiðir og bygdaleiðir eru ávirkaðaðar av veðrinum

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Illveðrið ávirkar samferðsluna seinnapartin. Veður gevast flest allar bygdaleiðir at koyra. Teistin, sum siglir millum Gomlurætt og Skopun hevur eisini boðað frá avlýsingum.

Leið 701: Fyri veður koyrir leið 701 ikki meira í dag

Leið 700: Fyri veður koyrir leið 700 ikki fyribils. Lýst verður um koyringin byrjar aftur í dag

Leið 410: Fyri veður koyrir leið 410 ikki fyribils

Leið 500 og 504: Fyri veður koyra leið 500 og 504 ikki meira í dag

Leið 600 og 601: Fyri veður koyra leið 600 og 601 seinasta túrin tá Teistin kemur klokkan 18. Síðani verður ikki koyrt meir í kvøld

Avlýsing leið 60: Fyri veður siglir Teistin ikki hesar fráferðir í kvøld. Úr Skopun klokkan 18:35, 20:40 og av Gomlurætt klokkan 20:00 og 21:20. Ætlanin er at sigla aftur klokkan 22:30 úr Skopun og 23:05 av Gomlurætt.

Leið 300 og 400: Fyri veður koyra leið 300 og 400 ikki fyribils

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder