Mentan

Teir traðka í fótafarið hjá James Bond

Nýggj donsk kommedia kemur á skránna hjá Filmsfelagnum ístaðin fyri útsetta Bond-filmin

Nikolaj Lie Kaas, Lars Brygman og Mads Mikkelsen eru við í nýggja filminum hjá Anders Thomas Jensen

Nikolaj Lie Kaas, Lars Brygman og Mads Mikkelsen eru við í nýggja filminum hjá Anders Thomas Jensen

2020-10-29 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmsfelagið, sum javnan vísir nýggjar filmir í Havnar Bio, hevur fingið fatur á einum spildurnýggjum ókendum donskum filmi, sum kemur á skránna tá tað annars var ætlanin at nýggi James Bond-filmurin skuldi vísast fyri fullum húsum.

Men James Bond tók, sum kunnugt, halan millum beinini, og sæst ikki á okkara leiðum aftur fyrr enn hann várar.

Í felag hevur Filmsfelagiðt tí gjørt av, at hóskvøldið 19. november verður nýggi danski filmurin, ”Refærdighedens ryttere”, vístur. Anders Thomas Jensen hevur gjørt filmin. Hann hevur fyrr gjørt ”Blinkende lygter”, har ein leiklutur var kriminelli innkrevjarin ”færingen”, og so hin djúpt skemtiliga religiøsa kirkjufilmin ”Adams æbler”.

Í nýggja filminum, ”Retfærdighedens ryttere”, síggjast stjørnurnar Mads Mikkelsen, Nikolaj Lie Kaas, Lars Brygmann og Nicolas Bro í høvuðsleiklutunum.

Í filminum er Markus útsendur hermaður, ið noyðist heim til ungu dóttrina Mathildu, tá mamman doyr í syndarligari tokvanlukku. Ikki gerst nógv við tilvildarligar vanlukkur, til roknimeistarin Otto kemur upp í leikin, og hevur lagsbrøðurnar Lennart og Emmenthaler við sær.

Otto, sum sjálvur sat í ólukku tokinum, er sannførdur um, at onkur er, ið hevur skipað fyri hesum.

Meðan ábendingarnar hópa seg upp, gerst tað Markusi greitt, at kanska var tokvanlukkan ein væl fyriskipað drápsroynd, sum av tilvild krossaði farleiðina hjá konuni.

Nýggja komedian, tí tað er tað, hjá danska Anders Thomas Jensens, er ein nútímans fábul um felagsskapin, tilvildina í alheiminum…og ja, um sjálva meiningina við lívinum.

Filmurin verður sýndur hóskvøld, dagin eftir franska ”Sandheden” við Catherine Deneuve og Juliette Binoche. ”Sandheden” (La Vérité) er fyrsti filmur, sum virðislønti japanski leikstjórin Hirokazu Koreeda hevur gjørt uttanfyri heimlandið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder