Innanlands

TeenStreet: Ikki í Týsklandi - men á Argjum

Heldur ikki í ár verður stóra legan hildin í Týsklandi. Ístaðin verða 50 legur kring heimin, og tann eina verður í skúlanum á Argjahamri 4-8 august, har skráin fer at líkjast tí altjóða. Lovsongsbólkurin er føroyskur

Skúlin á Argjahamri verður fyrst í august karmur um stóra TeenStreet legu (Mynd: Sverri Egholm)

Skúlin á Argjahamri verður fyrst í august karmur um stóra TeenStreet legu (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-07 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heldur ikki ár verður stóra kristiliga TeenStreet tiltakið í Týsklandi, ið tvørkirkjuligi felagskapurin OM - Operation Mobilisation - skipar fyri. Orsøkin er, eins og tað var í fjør koronustøðan

Tað forðar tó ikki fyri, at tiltakið verður fyri á 27. sinni. TeenStreet dregur vanliga ungdómar í alskyns londum til Týsklands um summarið, og í ár verða áleið 50 ymsar TeenStreet-legur kring heimin. 

Føroyska útgávan er staðsett í skúlanum á Argjahamri. Stóra tiltakið, sum nevnist TS+ Named, verður frá 4. til og við 8. august. 

Heimasíðan om.fo skrivar, at tiltøkini og skráin fara at líkjast tí, sum vanliga er á skránni til TeenStreet. Í Føroyum fara tey sjálvi at skipa fyri lovsangsløtum, tí lovsongsbólkurin er føroyskur.

Nøkur av tiltøkunum vera á skránni aðrastaðni enn á Argjahamri, boðar OM Føroyar frá.

Tilmeldingarfreistin er nú sunnudagin 11. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder